140x140

GNSS dátur

Umhvørvisstovan rekur 4 permanentar GNSS støðir (fyrr nevnt GPS) kring landið. Støðirnar standa í Klaksvík, Vestmanna, Trongisvági og á Argjum og kunnu síggjast her.

RTK uppmáting og avseting

Til ber hjá fyritøkum sum fáast við landmáting og hjá byggifeløgum, sum hava gravimaskinur við GPS, at brúka GNSS støðirnar hjá Umhvørvisstovuni og harvið náa centimetur neyvleika. Hesin uppmátingarháttur kallast RTK (Real Time Kinematic).

Fyritøkur, sum ynskja at brúka GNSS støðirnar til RTK mátingar, kunnu seta seg í samband við Umhvørvisstovuna.

Post-processing

Tað ber eisini til at heinta (downloada) dátur frá teimum 4 GNSS støðunum á netinum. Talan er um RINEX dátur (Receiver Independent Exchange) sum máta knattstøðuna hvørt sekund og 30. hvørt sekund hvønn dag árið runt.
Við GNSS dátum tøkum á netinum, er møguligt at logga egnar GPS mátingar í lendinum og síðani at rætta úrslitið heima aftaná (tað kallast Post-processing). GNSS dáturnar kunnu brúkast í sambandi við dronuflúgvingar og geodetiskar uppmátingar og annað, har neyvleikin av uppmátingunum er av stórum týdningi. Somuleiðis ber til at bøta um eldri GPS mátingar, tað verið seg innan landmáting og gransking. GNSS mátingar aftur til endan av 2019 liggja nú tøkar á netinum.

Dáturnar eru ókeypis og kunnu heintast við FTP á dataforsyningen.dk. Neyðugt er at stovna seg sum brúkara á Dataforsyningen fyri at heinta dáturnar.
Leinkja til DNSS dátur.

 

Vilt tú vita meira, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella send okkum ein teldupost us@us.fo

GNSS dátur